Leygarkvøldið var konsertin í Norðurlandahúsinum, har íslendski bólkurin Dundurfrettir framførdi løg hjá Pink Floyd, og millum annað Anna Nygaard sang eitt sololag. -Eg eri væl nøgd, tí hetta er størsta avbjóðingin eg nakrantíð havi tikið ímóti, sigur Anna Nygaard.
Lagið ?The Great Gig in the Sky? kravdi nógv av røddini hjá Annu Nygaard.
-Tað var ótrúliga spennandi at royna, tí eg elski at menna meg tónleikaliga við slíkum avbjóðingum, sigur Anna Nygaard.
Konsertin hevur gjørt, at Anna Nygaard nú hevur eina heilt øðrvísi áskoðan á Pink Floyd.
-Tá man arbeiðir so intenst við einari fløgu, so kemur ein at kenna og dáma hana nógv betri. Eg havi hug at keypa allar fløgurnar hjá Pink Floyd nú, tí teirra tónleikur er so fantastiskt saman skrúvaður, sigur Anna Nygaard.
Anna er í løtuni í Føroyum, men um tvær vikur gongur leiðin aftur til Danmarkar.
-Eg fari at arbeiða víðari við sangskrivingini tá eg komi niður, sigur Anna Nygaard.