39 ára gamla Valentina Monetta sang týskvøldið pinkulandið San Marino í finaluna í Eurovision songkappingini, sum í hesum døgum er í Keypmannahavn.
San Marino er eitt evarska lítið land upp á 61,2 ferkilometrar, sum liggur í Norðuritalia – og hevur mark til Italia til allar síður. Landið sigst vera heimsins fimt minsta land og eitt av elstu lýðveldunum í heiminum. Fyrsta grundlógin er frá 1263.
Men tað er fyrstu ferð, at landið er komið í finaluna í Eurovision songkappingini. Hetta er triðja ferðin, at Valentina Monetta umboðar landið, tað gjørdi hon eisini í 2012 og í fjør, men tá eydnaðist henni ikki at koma víðari.
Umframt pinkulandið San Marino, so eydnaðist eisini Íslandi at vinna seg víðari í finaluna. Soleiðis gekst væl hjá Norðurlondum. Danmark fer sum vertsland beinleiðis í finaluna, men umframt Ísland, so var Svøríki eisini við í kappingini í kvøld – og vann seg víðari.
Og so svium sær tað væl út. Tí bookmakararnir siga, at tað verður svenska Sanna Nielsen, sum fer at vinna kappingina í ár. Fyri kappingina í kvøld var tað Armenia, sum sambært bookmakarunum fór at vinna. Men nú er svenska Sanna Nielsen ovast á breddanum.
Teir tíggju finalistarnir higartil eru:
• Montenegro: 'Moj svijet' med Sergej Cetkovic
• Ungarn: 'Running' med András Kállay-Saunders
• Russland: 'Shine' med Tolmachevy Sisters
• Armenia: 'Not Alone' med Aram MP3
• Aserbajdsjan: 'Start a fire' med Dilara Kazimova
• San Marino: 'Maybe' med Valentina Monetta
• Ukraina: 'Tick-Tock' med Mariya Yaremchuk
• Svøríki: 'Undo' med Sanna Nielsen
• Holland: 'Calm after the storm' med The Common Linnets
• Ísland: 'No prejudice' med Pollapönk