Piotr hevur ein plan

Serliga í deyðbóltunum hevur NSÍ higartil í ár verið oddaliðnum ógvuliga boysið, men tað ætla teir á Eiði ikki skal endurtaka seg hesa ferð

Upptakt

Sunnudagin skal oddaliðið EB/Streymur til Runavíkar at verja oddasessin, sum teir hava vart nógvu tey seinastu umførini. Hóast NSÍ er á 6. plássi, so er talan um toppuppgerð. Um EB/Streymur vinnur, verður munurin aftur til NSÍ níggju stig, og so fer ikki at síggja nakað serligt út hjá NSÍ. Um NSÍ vinnur, so verður fetið hjá NSÍ upp á toppin trý stig.
Setningurin er stórur hjá EB/Streymi, tí NSÍ er einasta liðið, sum EB/Streymur hevur tapt ímóti. Í landskappingini taptu teir í fimta umfari 2-0 í Runavík, og undan kappingarbyrjan vann NSÍ báðar venjingardystirnar ímóti EB/Streymi  bæði í Runavík og á Eiði.
Piotr Krakowski kann ikki annað enn vera væl nøgdur við sítt lið. Hann ásannar samstundis, at tað ikki hevur roynst nakað serligt ímóti NSÍ. Men hann sigur seg hava vónir um, at tað fer at ganga betri hesa ferð.
- Tað er serliga í deyðbóltsstøðum, at vit hava verið sektaðir ímóti NSÍ. Í landskappingardystinum skoraðu teir upp á brotsspark og beinleiðis upp á horna. Í vikuni hava vit arbeitt sera nógv við, hvussu vit skulu byrgja uppfyri deyðbóltsstøðunum. Teir hava Óla Hansen, Dánial Hansen, Viggo Johannesen og fleiri aðrar, sum eru stinnir í høvuðspælinum, staðfestir Piotr Krakowski, venjari hjá EB/Streymi.
Á Mølini eru allir spælararnir tøkir uttan Arnbjørn Hansen, sum fór av vøllinum, tá ið EB/Streymur sunnudagin vann ímóti B36. Teir kvíga fyri, at Arnbjørn møguliga verður uttanfyri í fleiri vikur.
Í Runavík kenna teir tað ikki soleiðis, at alt er farið í fisk, hóast teir taptu 2-1 í Gundadali ímóti HB.
- Avrikið hjá okkum var ikki gott í 1. hálvleiki. Eftir steðgin kundu vit havt javnað, um vit høvdu havt eitt sindur av hepni við okkum, heldur ein av NSÍ veteranunum, Jónstein Petersen.
Sonni L. Petersen var leikbannaður síðst. Hann er tøkur aftur. Ivi er um Helga L. Petersen. Hann var ikki við ímóti HB. Hóskvøldið royndi hann at venja, men hann noyddist at gevast. Tað er fótliðurin, sum tað eru trupulleikar við.