Pipar & Salt aftur í studio

TíÐindaskriv

Vegna Pipar & Salt/ Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe
Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe, sum í 1998 góvu út fløguna Pipar & Salt, fara nú aftur í studio at spæla inn nýggja fløgu.
Talan verður ikki um eina tónleikafløgu í vanligum týdningi, men eina fløgu, sum er ein samanrenning av fleiri listargreinum.
Fløgan kemur væntandi út til jóla.