Pipar og Salt á ólavsøku

   

Ólavsøkuaftan, 28. juli klokkan 21.30 fara Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe, alias Pipar & Salt, enn einaferð á pall at undirhalda. Hesuferð verður tað í høllini á Hálsi. Pipar & Salt varð framført í vikuskiftinum í Norðurlandahúsinum fyri fullim húsum og tað er sama skemt umframt annað nýtt ið verður á skránni.
Umframt Skaale og Veyhe verða Kim Hansen og James Olsen eisini við.
Tað er Neistin, ið skipar fyri, og avmarka atgongd er. Atgongumerki eru at fáa í forsølu kring landið á hesum støðum: Shell í Vestmanna, Kiosk Vár í
Saltangará, Kiosk Vár í Klaksvík, Shell við Streymin, í Bónus á Tvøroyri og í Kunningarstovuni í Havn.