Pipar & Salt klárir við fløgu

Leygardagin kemur út fløgan Pipar & Salt. Og nú kunnu allir klassikararnir frá teimum báðum Sjúrða Skaale og Jákup Veyhe fáast til keyps.

Sjáldan munnu so nógvir nýklassikarar hava bíðað eftir at verið keyptir sum nú, tá føroyska hugtakið? ja, hvat skal tú kalla tað ? Pipar & Salt koma við nýggjari fløgu leygardagin.

Og aftur hesa fer slær Pipar & Salt øll met. Kári Cool er so cool, at hann longu nú liggur nummar 1 á 15 Teimum Bestu við lagnum ³Eg vil heldur spæla rock². Hetta er eisini fyrsta lagið á fløguni.

Eisini Esmar minnir enn einaferð á, at ³Eg havi tað strævið². Hóast hetta lagið longu er ein landaplága, so hevur ikki borið til at keypa lagið á fløgu.

Eisini Pylsumaðurin ger vart við seg. Nýggja barnahittið ³Ketchup í eitt jørn² er næsta lagið á plátuni.

Tilsamans 14 sangir eru á fløguni. Elsta lagið er eini fýra ár og er tað Karl Jáge á Kósini, ið syngur, ³tað er víst, tað er víst, tað er órættvíst².


Alt er kent

Øll løgini eru tikin frá undanfarnum sendingum, sum hava verið við Pipar & Salt í SvF. So onki er ókent. Og talan er um framúr satiru.

Eitt av sterkastu løgunum er við Kalla Mohr ? Jákup Veyhe hevur gjørt lagið ? og tað eitur ³Kalle grundar². Í síni einføldu verð kemur Kalle við hesi staðfesting: ³Eingin veit hvar tíðin fer ? jú, tað veit man nokk ? men aftaná.²

Síðan er tað eisini Rithøvundurin. Latið okkum bara enda við endurgeva hann í fullum líki. Tað hevur hann uppiborið:

³Tann, sum ikki er forfattari, hann ger okkurt sum er lættari. Tí tað er hart stríð at vera samvitska hjá síni samtíð. Men eg kann hinvegin altíð líta aftur um bak og vera stoltur av míni sak. Tak til dømis sárini, vit fingu gjøgnum áttatiárini, tá tit ? lið um lið við Frændum ? sungu um kærleika og frið, meðan tit brutu gamlan sið, og oyðslið bara bleiv við og við. Nú tosa tit øll um 80'ini við háð og spott, men tit livdu faktiskt bæði gott og so flott, at tað mátti enda við armóð og neyð ? og tað skrivaði eg longu í áttatitvey. Hjá spekulantum var mítt og títt líka vítt sum sítt. Tey, sum kýttu seg, blivu bedrigin og snýtt, men tykkara verðinsbílæt var býtt ? í svart og hvítt. Um atomvápn vóru ónd ella góð, um Reagan var betri enn Gorbatjov. Tit skuldu enntá steðga kríggi við løgtingslóg, og so gingu tit so heilag og frelst og sæl oman og niðan í Mjørkadal. Eg visti væl at tað var kávalótir ? tit livdu jú feitt ? og tað skrivaði eg longu í áttatieitt. Tá var arbeiðsfólk nakað, sum kom úr øðrum londum. Fátækir polakkar tóku altíð til takkar, og sjálv gingu tit so við tómum hondum ? antin her ella á miðalhavsstrondum. Tí bleiv tað kortini for nógv knoss, so fóru tit við vinunum til Mallorca ella Cos. Og so gingu tit har ? skít í eina viku ella tvær. Tað var ein fullkomiliga ómoralsk tíð ? tað skrivaði eg longu í áttatitrý. Ongin spurdi hvat hann hevði ráð til, men hvør smádrongur sá til at hava minst ein bil. Lívið var fjas og fjant ? og hvør króna var lænt; hvør einasta millión var ein hvørvisjón. Og tá veruleikin kom nyttaði ikki at kæra, tá máttu tit antin fara ella vera og eta tara. Men tit vilja ikki læra, tit vilja ikki spara ? nú hava tit sæð eitt nýtt ljós; tað nýggja apparatið setir kós móti einum stati ? ha. Tað er kanska onkur sum trýr, at tann søgan ikki eisini veður dýr ? við ella uttan oljuævintýr ? men tá sjáttan er tóm, mugu tit ið hvussu er vátta, at tað segði eg longu í nítiátta. Men eg eri komin við so nógvum lærum, sum ongin gav sær far um. Men tað er í fínasta lagi ? ong eingin skal halda at eg klagi. Tí soleiðis er at hava rætt ? feilurin við tí sum eg sigi er, at tað er alt for satt. Og samtíðarsannleikin skal særa, so ikki at vera virdur av tykkum er ein æra ? tað verður eftirtíðin sum reisir mær ein varða. Tí havi eg tað gott, sjálvt um lívið er eitt sindur rátt. Skál.²

Ja, skál fyri nýggju fløguni hjá Pipari & Salt. Hon verður eitt hitt.