Føðingardagurin hjá Pippi verður hildin klokkan 17:00 á bókasavninum á Strondum. Har verður søguløta við bókini Kennir tú Pippi Langsokk. Eftir hetta verður filmur um Pippi vístur í Borgini í skúlanum, og okkurt lekkurt verður afturvið.
Møguligt verður eisini at fara á eina Pippi-postarenning í bygdini.
Tiltakið er partur av árligu Kom út vikuni, sum Sjóvar kommuna skipar fyri.
Á Bókasavinum við Løkin verður eisini søguløta í dag. Søgur um Pippi verða lisnar upp klokkan 16:30.