Um vikuskiftið vitjaði týska skúlaskipið Pippilotta á Havnini. Eini 30 fólk eru við skipinum, ið eftir steðgin á Havnini, heldt leiðina fram til Íslands. Við eru bæði ung og eldri. Ein kvinna við børnum og tað yngsta bar hon undir belti. Hon helst tó leiðina fram til Íslands við Smyril Line, sigst.
Talan er um ferð við ferðafólki, ið so samstundis læra eitt sindur um siglimg og sjómansskap. Skipið hevur m.a. eisini verið í Stillahavinum, áðrenn tað kom hendaveg.