Tað hevur leingi ljóðað, at Pires og Arsenal skuldu fara hvør til sítt, tá transfer-vindeygað letur upp í januar. Men nú hevur Pires boðað frá, at hann heldur enn fegin skrivar nýggjan sáttmála við Arsenal.
- Vit fara at tosa saman um ein nýggjan sáttmála í januar, og vónandi kann eg halda fram í felagnum eftir hetta kappingarárið, sigur Pires.