PISA kanningin: Stór afturgongd

Úrslitið av pisakanningini bleiv lagt fram í Kongshøll seinnapartin í dag. Úrslitið var ein stór afturgongd frá seinastu kanning

Kanningin bleiv gjørd á vári 2022.

 

Førleikarnir hjá næmingunum blivu kannaðir í støddfrøði, lesing, KT og 21. aldar førleikum og Náttúruvísindum.

 

Til hvørja PISA kanning verður størstur dentur lagdur á eitt fakøki, hesaferð varð størstur dentur lagdur á støddfrøði.

 

Í øllum fakøkjum var úrslitið ein afturgongd frá seinastu PISA kanning.

 

Í støddfrøði fingu Føroyar 446 PISA stig, og hetta er metlágt úrslit í støddfrøði.

 

Afturgongdin frá seinastu kanning er 45 stig. 20 stig svarar til tað, sum næmingar læra hvørt skúlaár, og sostatt svarar hetta til eina afturgongd á tvey floksstig.

 

Øll Norðurlond eru farin aftur í PISA kanningini, og Føroyar hava størstu afturgongdina av øllum Norðurlondunum.

 

Tað sermerkta við PISA kanningini hesaferð, er at miðaltalið fyri øll londini er lækkandi.

 

##med2##