Úrslitið av fyrstu Pisa kanningin verður lagt fram á tíðindafundi í Mentamálaráðnum klokkan 9.30 í dag. Eykatíðindasending er á Rás2 klokkan 10. Mentamálaráðið hevur kallað til tíðindafundar klokkan 9.30. Á skránni er framløga av úrslitunum av fyrstu Pisa kanningini, sum er gjørd í Føroyum.
Úrslitið var vánaligt, tá ið úrslitið av sonevndu undankanningini varð lagt fram í fjør. Fyrsta kanningin var gjørd, áðrenn úrslitið av undankanningini var lagt fram.
Tað vóru næmingar í 9. flokkunum, sum luttóku í kanningini.
Meðan undankanningin var í september, so var fyrsta rættuliga kanningin undan summarfrítíðini.
Rás2 hevur eyka-tíðindasending klokkan 10.