Ingolf S. Olsen
---
- Vit hava hoyrt landsstýrismannin og onnur tætt at Pisa-kanningini júka upp í saman um, at Pisa-kanningarúrslitini skulu takast við fyrivarni, men ongin sigur nakað um, at sjálvur mátin, kanningin er gjørd upp á, í allar hægsta grad eisini skal takast við størsta fyrivarni. Tey fakligu fyrivarnini, ið eiga at verða tikin, eru so nógv, at kanningin í roynd og veru er fullkomiliga óbrúkilig.
So bersøgin er Rógvi Thomsen, cand.ped og námsfrøðiligur ráðgevi hjá Sernám.
Ongin frágreiðing
Hann hevur nærlisið almannakunngjørda tilfarið í seinastu Pisa-kanningini, Pisa 2012, og er skelkaður. Ikki av, at føroysku næmingarnir klára seg so illa í kanningini, men av, at hon er almannakunngjørd uttan nakað boð upp á veruligar frágreiðingar.
- Bara tað, at føroyska fráðgreiðingin ikki fyllir meira enn 20 síður, meðan tann danska fyllir 164 síður, sigur nóg mikið um fakligu viðferðina, føroyska kanningarúrslitið hevur fingið frá tí myndugleikanum, ið hevur biðið um kanningina, staðfestir Rógvi Thomsen.
Men hvat er tað ítøkiliga, sum fær hann at vera so avgjørdan í síni kolldøming av Pisakanningini?
- Fyri tað fyrsta, tá tú mátar okkurt, so mást tú vita, hvat tú mátar, og hvat tú mátar í mun til. Og tá tú so hevur eitt mátiúrslit, mást tú hava boð upp á, hví úrslitið bleiv, sum tað bleiv. Onki av hesum er uppfylt í hesi kanningini. Vit kenna einki til bakstøði, fortreytir og metodur í kanningini. Tað er eitt krav, skal kanningin hava vísindaligt gildi, sigur hann.
Óvísundalig kanning
Høvuðstrupulleikin í kanningini er sambært Rógva Thomsen – og fleiri serfrøðingum, ið hava fingið ljóð uttanlands – at sjálv premissan, fortreytin, fyri kanningin ikki heldur. Tí tað verður gingið út frá, at kanningin verður einsháttað í øllum londunum, tí tað sama verður mátað í øllum londunum, og at tað tískil ber til at samanbera úrslitini í teimum ymisku londunum.
Men so einfalt er heimurin ikki skrúvaður saman.
Rógvi Thomsen vísir serliga til ein av fremstu Pisa-kritikarunum í Danmark, hagfrøðingin Svend Kreiner, professara, ið beinleiðis heldur Pisa-kanningarnar vera vísundaliga ógrundaðar, tí hagfrøðisligu fortreytirnar ikki halda.
Kreiner hevur millum annað víst á, at torleikastigið í Pisa-uppgávunum er ymiskt frá einum landi til annað, og at munurin ofta er ógvuliga stórur. Og tann trupulleikin kann væl vera til staðar, sjálvt um uppgávurnar vóru neyvt tær somu í øllum londunum. Tí mentanirnar eru sera ymiskar, og somuleiðis skúlaskipanirnar. Tær leggja als ikki dent á tað sama í øllum heiminum.
Ymiskir førleikar
Eitt nú hevur Svend Kreiner verið við til at gera greiningar, ið vísa, at danskir næmingar duga betri enn kanadiskir næmingar at fáa upplýsingar burtur úr tekstum. Øvugt duga kanadiskir næmingar betri enn danskir at gera sær hugsanir, reflektera, um tað, ið lisið verður.
Sostatt verður tað ein spurningur um, hvussu uppgávurnar eru blandaðar. Eru fleiri spurningar um upplýsingar enn reflekterandi spurningar, klára danskir næmingar seg betri og øvugt.
- Júst hesar atfinningarnar verða tiknar stórum álvara uttanlands. Í Danmark hava atfinningarnar ávirkað teirra Undirvísingarmálaráð so nógv, at tey ikki vilja plasera Danmark á Pisa-stigatalvuni. Í staðin siga tey, at Danmark er í einum bólki av londum, sum liggja á nøkunlunda sama stigi.