Pistorius verður dømdur í miðlunum

Í dag skal kendi ítróttamaðuri, Oscar Pistorius, aftur í rættin i Suðurafrika. Roknað verður við, at politiið fer at biðja um, at málið verður útsett.

Tað skrivar norska vg.nett.

Suðurafrikansku ákærumyndugleikarnir halda, at Pistorius myrdi modell unnustuna, Reeva Steenkamp, við vilja. Motivið skal hava verið ósemja.

Sjálvur sigur Pistorius, at talan var um eina syrgliliga vanukku, og at hann helt, at hann skjeyt móti einum innbrotstjóvi, tá hann skjeyt gjøgnum afturlætnu baðirúmshurðina í egna heimi sínum í Pritoria.

Týsmorgunin møtir Pistorius í rættinum fyri fyrstu ferð síðani hann var leyslatin móti kautión í februar.

- Vit trúgva honum, vit elska hann og vit stuðla honum allan vegin, sigur familjan í einum skrivi, sambært suðurafrikanska blaðnum, Beeld.

Beint áðrenn klokkan níggju kemur Oscar Pistorius til rættarsalin. Fyrstu myndirnar týsdag frá rættarsalinum møtir Pistorius nýrakaður og í gráum klædningi.

Ákærin, Andrea Johnson biður um at fáa málið útsett til 19. august, so politiið kann halda fram við kanningunum, skeivar The Guardian.

Dómarin, Daniel Thulare, biður um orsøkina til útsetilsi, men Andrea Johnson sigur seg ikki kunna veita grundgevingina fyri almenninginum. Hetta verður váttað av verjanum hjá Pistorius.

Í einum ansvekjandi úttalilsi sigur dómarin, at hann lesur dagbløðini, og at tað nú sær tú til, at Pistorius verður dømdur í miðlunum.

- Hetta kann gerast ein gøla fyri domstólarnar og rættarprinsippið, sigur dómarin sambært The Guardian.