Í annaðkvøld og mikukvøldið bjóðar MFS øllum, ið fara undir hægri lestur, á fund at frætta nærri um ymsu viðskiftini hjá einum nýggjum lesandi Aftur í ár verður møguleiki hjá øllum teimum, ið fara undir hægri lestur, at koma á Pisudag, at frætta nærri um øll tey praktisku, fíggjarligu og sosialu viðurskiftini ið standa fyri framman, hjá ein nýggjum lesandi í einum nýggjum býi.
Fundirnir verða í Eik í Saltangará týskvøldið 5.august klokkan 19 og í ungdómsdeildini hjá Eik í Tórshavn mikukvøldið 6. august við hesi skrá:
Upplegg:
* Meginfelag Føroyskra Studenta (mfs.fo) greiður frá um praktisku viðurskiftini, og hvat MFS fæst við.
* EIK greiður frá um tey fíggjarligu viðurskiftini.
* Altjóða Skrivstovan (ask.fo) greiður frá, um hvat tað vil siga, at fara undir hægri lestur.
Stuttur steðgur
* Farið verður í bólkar, har møguleiki er at tosa vid lesandi, ið lesa í sama lestrarbýi og at tosa við onnur, ið fara sama veg.
Umframt okkurt lekkurt til góman, fer fløguaktuelli Petur Háberg at spæla tónleik.
Tiltakið er ókeypis, og tað er ikki neyðugt at tekna seg