Ein frálíkur leygarkvøldsfilmur. Eitt ekkó av ?Fight Club? og amerikansku ?Pulp Fiction?-traditiónini, bretskum gangsterfilmum sum ?Mona Lisa? og ?Get Carter? og í løtum sanniliga eisini ?Olsen Bandanum? og teirra pástandi um, at brotsverk aldri lønar seg. Og tó. Hevur tú hund, so kann mangt henda. Serliga í undirverðini, har mong vinna øðrum neisir. Eins nógvar neisir, og orðið ?Snatch? kann merkja.
?Snatch? er leikandi skemt, men við filmsaktuellum bráddi, sett í karm av framúr frásøgusnildi, í orðum eins og myndum. Bretski Guy Ritchie, sum nýliga hevur verið til altars við Madonnu, er leikstjórin. Kann henda hann gerst ein bretskur Tarantino. Høvuðsleiklutin hevur Brad Pitt sum sigoynari og slagsbróður. Rætt sum í ?Fight Club?. Men álvarsami bráddurin í tí filminum, er her broyttur til ertandi skemt. Filmurin er ein sonn frægd, ið fær teg at læða, sum aldri áður.
Leikur fer fram í undirverðini báðu megin Atlantshav. Í New York og í London.
Fleiri filmar eru, ið hava minnisríkar partar. ?Taxi Driver? við spegils-spurninginum hjá De Niro ?Are you talkin? to me??, harðrendi løgreglumaðurin ?Dirty Harry? við revolvara-ynskinum ?Make my day? og Gene Hackman í ?French Connection? við ertandi spurninginum ?Ever been to Poughkeepsie?? og ikki minst minnisríku biljagstranini í sama filmi.
Í filminum ?Snatch? man flogferðin um Atlantshav fara í søguna sum ein hin skjótasta og mest beinrakna. Nærmast ikonografisk. Hetta er postmodernistiskt myndamál, tá ið tað er sum best. Sprottið úr dagsins visuella Mekka - musikkvideo og sjónvarpslýsingum. Vinklar og rútma, samantvinnaðar søgur, nútíð, fortíð og framtíð, og ein dialogur, ið springur sum neistar, munn av munni. Sum oftast, í hvussu er.?I?m not in Rome, I?m in a hurry? er ein setningur, sum lýsir málsliga logikkin. Stuttligt og altíð leikandi. 16 ár er aldursmarkið, ásett av Filmseftirlitinum.
Í durinum varnist eg, at framhaldsfilmur Hannibals kemur í Havnar Bio um ein mánað, hin 23. februar. Tá bróta tey tøgn lambsins og vísa ?Hannibal; Break the Silence? við Anthony Hopkins. Væl í gangist!