Hotel Bakkin í Vági økir nú sítt tilboð til kundarnar Í Pizzakøkinum í Vági hava suðuroyingar havt møguleika at keypa pizza, men Hotel Bakkin í Vági fer nú eisini undir at bjóða pizza.
Sídani Martin Christensen fyri nøkrum árum síðani keypti Hotel Bakkan, hevur hann allatíðina roynt at hækka tænastustøðið og økja um vøruúrvælið.
Og nú verður matarskráin so víðkað, til eisini at umfata pizza. Pizzabakkin kemur at selja pizzur, týsdagar til sunnudagar frá kl. 17.00 til 22.00.
- Umframt pizza, fara vit framvegis at selja vælumtóktu Bakkabúffarnar, leggur Martin aftur at.
Til ber at bíleggja út úr húsinum, ella at eta á Bakkanum.
Í stuttari vidtalu sigur Martin, at hann gleðir seg at síggja viðskiftafólkini inni á gólvinum at royna nýggja Pizzabakkan og stóra úrvalið.