Edvard Joensen
Öcalan skal hava sagt, at tað var fyrrverandi kona hansara, sum gav beinleiðis boðini um at drepa Palme. Hetta skuldi vera fyri at hevna seg inn á Abdullah Öcalan sjálvan og PKK sum heild.
Svenska løgreglan hevur fyrr sett PKK í samband við Palme morðið. Men hóast nógvar handtøkur, spurdist einki burturúr.
Nú hevur so Öcalan, samb. turkiskum myndugleikum, sagt, at PKK kortini hevði ábyrgdina av morðinum.
Hesin pástandur gevur nú svensku løgregluni ein nýggjan møguleika at taka málið uppaftur. Svenski kanningarleiðarin, Jan Danielsson, er eitt sindur varin í sínum viðmerkingum. Hann váttar tó, at fyrrverandi kona Abdullah Öcalan's var í Svøríki um ta tíðina, tá Olof Palme var skotin.