Arsenal vann í kvøld á útivølli 2-1 á Swansea, og sostatt er London-liðið einsamalt á odda í ensku Premier League eftir fyrstu seks umførini – tvey stig framman fyri Tottenham – so einki var siga til, at hýrurin í dag var góður á Arsene Wenger, sum kundi halda sín 17 ára dag sum Arsenal-venjari.
Sigurin í dag var tann áttandi á rað í Premier League á útivølli hjá Arsenal, sum aftur hesaferð hevði Aaron Ramsey sum tann stóra spælaran, bæði við málinum til 2-0 og málgevandi sendingini til 1-0, sum Serge Gnabry skoraði. Ben Davies minkaði um munin fyri Swansea seint í dystinum.
Fyrr um dagin høvdu Tottenham og Chelsea spælt javnt, 1-1, í London-uppgerðini sínamillum, har liðini áttu hvør sín hálvleik. Gylfi Sigurðsson legði Tottenham eftir 19 minuttir, og 20 minuttir eftir steðgin javnaði John Terry fyri Chelsea í einum hart spældum dystin, ið gav sjey gul og eitt reytt kort.
Manchester United fall niður á 12. pláss, eftir at liðið á heimavølli mátti lúta fyri West Bromwich, sum vann 2-1. Og hitt Manchester-liðið, City, var á útivølli ímóti Aston Villa á odda bæði 1-0 og 2-1, men tapti 3-2.
Í morgin klokkan 13.30 spæla Stoke og Norwich og klokkan 16 Sunderland og Liverpool. Og mánakvøldið klokkan 20 spæla Everton og Newcastle.
Premier League-úrslit
Tottenham-Chelsea 1-1
Aston Villa-Manchester City 3-2
Fulham-Cardiff 1-2
Hull-West Ham 1-0
Manchester United-West Bromwich 1-2
Southampton-Crystal Palace 2-0
Swansea-Arsenal 1-2