Felagið Tui Cruises hevur nú bílagt pláss á Runavíkar Havn til tvey av sínum størstu ferðamannaskipum í 2019. Talan er um Mein Schiff 3, sum vitjar leygardagin 6. juli 2019 og Mein Schiff 4, sum kemur sunnudagin 11. august 2019. Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Hetta er triðja bílegging av kaiplássi frá Tui Cruises, sum sendir sítt allar fyrsta skip inn á Runavíkar Havn komandi summar, tá Mein Schiff 3 hevur sítt sonevnda ”Maiden Call” leygardagin 21. juli 2018.
Bæði Mein Schiff 2 og 3 eru umleið 293 metrar long og rúma einum ferðafólkatali á 2.506 og eini manning á 1.253. Skipini liggja við kai í Runavík frá kl. 7.00 til kl. 19.30.
Føroyska umboðsfelagið hjá skipunum er Faroe Ship, skrivar Runavíkar kommuna