Pláss fyri tilflytarum

Hvat er tað ikki deiligt, tá tíðindi berast um, at nú hevur enn ein familja gjørt av at koma heimaftur til Føroyar eftir kanska fleiri ár í útisetu. Unga familjan hevur gjørt av, at børnini skulu vaksa upp her í Føroyum, her tey hoyra heima, og her tøttu familjubondini gera sítt til, at teimum verður unt trygg barnaár her í fedranna landi.

Vælkomin heim

Flestu tilflytarar velja at seta búgv her í Havn. Í heimsins besta býi. Hetta er nattúrligi luturin hjá einum býi í trivnað og hjá einum høvusstaði í menning.

Kortini kenna vit tilflytarar tað, sum er ikki pláss fyri okkum her í Havn. Sum okkurt forðar okkum at festa røtur. Tí øll barnaansingarplássini eru longu tikin - og at finna ein hóskiligan bústað er nærum ógjørligt. Eftir stendur: Svørt dagrøkt og methøgir húsaprísir. Og tað hóast vit ikki eru ein útreiðsla hjá kommununi, men heldur tvørturímóti eru góðar inntøkur, tí flestu tilflytarar hava útbúgving og gott starv at koma heim til.

Men vit mugu ikki seta okkum afturá og við undirbrotligheit góðtaka hesa vána støðu. Vit mugu gera sjálvsøgdu krøv okkara galdandi, soleiðis at vend kemur í vanbýtið, okkum er fyri.

Vit mugu búgva býin út til at taka ímóti tilflytandi fólkinum.

Partvíst mugu vit skapa ein alternativan bústaðarmarknað har luta- (andeils-), leigu- og eigaraíbúðir eru ein reellur valmøguleiki, bæði hjá nýggju borgarunum og hjá borgarum, sum kanska ynskja at skifta bústaðarhátt. Harumframt ? og týdningarmest ? stovnspláss til børnini! 100% - uttan himpr! Tí alt tilverugrundarlagið hjá ungu familjuni er treytað av, at stovnspláss eru til taks.

Og Havnin minkar ikki, heldur tvørturímóti. Fleiri og fleiri fólk ynskja at seta búgv her. Og er tað ikki deiligt? At búgva í einum hugnaligum býi, har vit øll kunnu kenna okkum heima, eisini børnini.

Í løtuni eru ov nógv smá húski í ov stórum bústøðum og ov nógv stór húski í ov smáum bústøðum. Og á gøtunum ganga ov nógvar mammur við ov stórum børnum í ov smáum barnavognum!


Rigmor Dam,

valevni hjá Javnaðarflokkinum

til býráðsvalið

í Havn