? Útgávan »Krákan« gekk sera væl, og tað hevði verið hugaligt, um tann nýggja fløgan kundi selt eins nógv, sigur umboð fyri 12 Tónar.
Krákan hevur selt um 10.000 eintøk í Íslandi, Føroyum, Danmark og Svøríki, og tað er plátufelagið sera væl nøgd við. Eivør var fyrsta útgávan hjá 12 Tónum, og tað gekk óvæntað væl við útgávuni. Nýggja útgávan hjá Eivør er nummar 10 hjá 12 Tónum.
Sunnudagin skal Eivør hava útgávukonset í Operahúsinum í Reykjavík. Hetta er sama stað, sum hon spældi í, tá ið Krákan kom út í fjør.
Nýggja fløgan kom mikudagin í handlarnar í Íslandi, og plátufelagið roknar við, at rættilig gongd kemur á søluna eftir konsertina hjá Eivør sunnudagin.