Pláturnar verða kliptar

Bileftirlitið hevur latið politistøðunum kring landið 258 vegskattaeftirstøður fyri fyrra hálvár

 

Løgreglan fer nú undir at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2001.

Kann bileigarin ikki vísa fram kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, verða nummarspjøldrini tikin av bilinum.

Fólk hava annars havt góða tíð at fáa avgreitt hesa rokningina. Bileftirlitið sendi rokningarnar út hálvan desember og gjaldið skuldi fella 1. januar. Hálvan februar varð ein áminning send til tey, ið enn ikki hava goldið.

Hálvan mars fingu fólk enn eina áminning um, at gjalda tey ikki vegskattin, so verða pláturnar tiknar. Eina viku eftir hetta sendi bileftirlitið ein lista til løgregluna, sum nú fer undir at taka pláturnar.

Kanska nógv fara at gjalda, tá tey varnast, at bilurin ongar plátur hevur.