Tilnevningarnar til tær ymsu Planet heiðurslønirnar eru nú til reiðar, og her eru teir, sum eru í uppskoti, til Ársins Sangara 2009. Tilnevning besti sangari:
Brandur Enni - pla bs1
Eyðun Nolsøe- pla bs2
Hans Marius Ziska - pla bs3
Høgni Lisberg - pla bs4
Mikkjal Gaard Hansen - pla bs5
Tú kanst verða við at avgerða, hvør skal vinna hesar viðirslønina, við at senda sms-boð á telefon nummar 1906.
So er tú við í lutakastinum, um fleiri góðar og stórar vinningar.
Atgongumerki til Planet Awards 2009 kunnu keypast í Miðlahúsinum. Tiltakið verður í REX, og verður skipað sum eitt gallakvøld. Á skránni í REX verður millum annað framførslur frá Páll Finnur Páll, Marius, Jógvan Hansen og Brandi Enni. Eisini verður skemt við Jákupi Veyhe, og ein dansiframførsla við bólkinum Hóps.
Umframt tær tilnevningar, sum í dag eru almannakunngjørdar, verður eisini Ársins Herðaklapp latið onkrum, sum hevur havt serstakan týdning fyri føroyska tónleikaheimin.