Planet Awards: Føstufressar tvey er nummar eitt

Terji & Føstufressar hava gjørt bestu føroysku fløguna í ár. Tað er greitt nú bólkurin hevur vunnið heiðurin fyri Ársins útgávu á Planet Awards. Tað gingu næstan 20 ár ímillum, at Terji og Føstufressar góvu fyrstu útgávuna út, og til teir aftur vóru aktuellir við nýggjum tónleiki. Fyrra fløgan hjá Føstufressunum er legendarisk, og hon hevur staðið einsamøll, til nýggja fløgan, Tvey, kom á gøtuna. Á nýggju fløguni er Føstufressa-ljóðið dagført nakað, og fleiri løg eru umskrivað.

 

Terji & Føstufressar vóru í harðari kapping við nógvar sera sterkar fløgur, tí bæði Hanus G. Johansen, Teitur, Eivør og SIC vóru tilnevnd í bólkinum Ársins útgáva.