Planet Awards: Grandma?s Basement fáa ikki nokk

Hittið hjá Grandma?s Basement, Hon fær ongantíð nokk, er ársins sangur. Tað hava tey júst kunngjørt á Planet Awards, sum verður hildið í Deep í Havn júst nú. Hon fær ongantíð nokk fekk beinanvegin takið á føroyska ungdóminum, og gjørdist nummar eitt á 15 teimum bestu í Kringvarpinum eftir einari viku.

 

Tað vóru tó eisini aðrir sangir, føroyingar murraðu í ár. Walking On Fire hjá Annu Faroe, Gloria hjá Jens Marna, You Never Leave L.A hjá Teiti og Far so væl hjá Eyðun & Kim vóru allir tilnevndir, men tað gjørdist altso lívligi, fangandi og skemtiligi sangurin hjá kjallarabólkinum í Klaksvík, sum fekk heiðurin sum Ársins sangur á Planet Awards.