Um jólini ber til at ogna sær atgongumerki til Planet Awards 2009 á eBillett.fo. Miðlahúsið og TUTL handilin hava selt atgongumerki, og gera eisini meðan opið er. Men hvørki Miðlahúsið ella TUTL hava opið áðrenn 27. desember, og er skjótt seinasta freist at keypa atgongumerki í TUTL og Miðlahúsinum.
Eftir hetta ber til at keypa atgongumerki á eBillett.fo.
Hesi kosta 200 krónur.
Planet Awards 2009 bjóðar til framførslur frá Páll Finnur Pàll, Marius, Jógvan Hansen, Brandi Enni og spildurnýggja bólkinum Analog Norð.
Eisini verður skemt við Jákupi Veyhe, og ein dansiframførsla við dansibókinum Hóps.
Páll Finnur Páll spæla til dans.