"Planetshakers" eru komnir til landið

(Ljóðsamrøða) Hoyr Jógvan Andersen, fyrireikara greiða frá konsertini hjá "Planetshakers", sum verður í Kelduni í annaðkvøld

Tann í gospelhøpi heimskendi lovsangsbólkurin "Planetshakers" er komin til landið í kvøld og fyrireikingarnar til konsertina í Kelduni í Skálabotni í annaðkvøld klokkan 20 eru í hásæti.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Jógvan Andersen av Skála, sum er ein av høvuðsfyrireikarunum av konsertini.

Planetshakers, sum í løtuni eru á konsertferð um okkara leiðir, eru upprunaliga úr Australia, men hava seinnu árini verið sera virkin á altjóða pallinum. Síðani 1997 hava tey givið út meiri enn 20 altjóða fløgur og vunnið fleiri virðislønir.

Bólkurin kemur beinleiðis úr Sveis og fer til Niðurlond at hava konsert hósdagin.

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr sangin, sum "Planetshakers" eru mest frammi við fyri tíðina. Sangurin eitur "All about You".