Plantaðu 1000 trø á Sevmýri

Í besta sólskinsveðri vóru fyrstu trøini plantað í nýggjari viðarlund á Sevmýri á Tvøroyri.

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Mikkelsen, setti fyrsta træið niður stutt eftir døgurða. Tilsamans setti manningin hjá Skógrøkt Landsins, saman við viðarlundarvørðinum hjá Tvøroyrar Kommunu, stívliga 1000 trø niður.

Borgarstjórin fegnaðist í stuttari røðu um, at Skógrøktin tók hetta stigið, og at býurin fær enn eitt hugnaligt stað til borgararnar. Træsløgini, ið vórðu sett niður í dag, eru royniviður, øsp og lerkur. Í næstum verða eini 1.500 trø gróðursett afturat. 

Viðarlundin, sum er 11.300 fermetrar til støddar, er oman fyri vegin úti á Sevmýri og er framhald av viðarlundini, sum Thorvald Joensen, lærari, gróðursetti fyri mongum árum síðani. Eftir deyða hansara varð garðurin latin Skógfriðingarnevndini. 

Nýsettu trøini hava eru tí í góðari lívd av tí gamla garðinum. Tað næsta, sum er í  umbúna, er at gera gøtur og opin pláss til beinkir og borð, soleiðis at fólk kunnu fáa gleði at njóta hesa náttúruperlu í horvir í ein sunnan. 
Við hesum hevur Tvøroyrar Kommuna  fingið enn eina viðarlund. Frammanundan er ein lund omanfyri sjúkrahúsið og so Plantasjan í Trongisvági, har tað fyrsta varð plantað í 1920’unum. Tvøroyrar Kommuna hevur næststørstu skógfriðaða lendi í landinum, bara Tórshavnar Kommuna hevur meira. 

Kristin Mikkelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, fegnast um góða samstarvið við Skógrøktina og segði seg vóna, at tað kann halda fram.