UEFA-forsetin, Michel Platini, heldur tað vera púrasta burturvið, at Real Madrid hevur rindað ovurhonds stórar upphæddir fyri Kaká og ætlandi eisini Ronaldo. – Hesir handlarnir eru ein beinleiðis avbjóðing til ætlan okkara um fair-play og fíggjarliga javnvág í fótbóltinum. Og í UEFA arbeiða vit hart við at fáa nýggjar lógir, soleiðis at marknaðurin aftur verður gjøgnumskygdur, sigur Michel Platini við Sportinglife.