Platini vælkomin við Margáir

Í EB/Streymi fegnast teir yvir góða kappingarárið, og í morgin ætla teir at gera sítt fyri at vera klárir at taka ímóti gullinum, um tað skuldi kiksað hjá HB

Gull í steypakappingini og í hvussu so er silvur í landskappingini. Tað ber ikki til at røkka nógv betri úrtøku, enn teir í EB/Streymi hava gjørt í ár.
Kortini harmast teir í Sundalagnum um, at tað í fleiri førum er endað við óneyðugum javnleikum og harvið stigamissum, sum hava kostað so mikið, at EB/Streymur, sum leingi hevur verið sera væl upplagt, ikki hevur FM avgerðina í sínum egnum hondum.
Ein av teimum javnleikunum var í 18. umfari, tá ið tað endaði 1-1 á Svangaskarði. Í morgin verður mótstøðuliðið enn eina ferð B68. Toftamenn eru nummar sjey, og uttan mun til, hvussu úrslitið verður í morgin, so verður B68 á sjeynda plássi.
- Toftamenn fara ivaleyst at spæla frítt. Teir eiga góðar spælarar og eitt gott lið, og tí er neyðugt hjá okkum at taka uppgávuna í størsta álvara, verður sagt í Sundalagnum.
EB/Streymur hevur framvegis møguleika at vinna FM. Um tað skal eydnast, so er fyrsta treytin, at tað fæst fult burtur úr ímóti B68. Onnur treytin er, at HB tapir ímóti B36.
- Um tað fellur soleiðis, at gullið skal úr høvuðsstaðnum og norður til okkara, so skulu teir í FSF og Platini vera væl komnir norður til Margáir!
Skuldi tað hent seg, at HB tapti ímóti B36, og at EB/Streymur samstundis vann á B68, so verður talan um nett somu støðu sum fyri fýra árum síðani, men við gullferðslu í 180 stig øðrvísi kós.
Í 2006 lá EB/Streymur til at vinna FM fyri fyrstu ferð. Ta ferðina kiksaði tað, tí KÍ vann 1-0 á útivølli. Tá ið HB samstundis vann 2-0 á heimavølli ímóti ÍF, bar tað við sær, at gullkrónurnar og FM steypið fóru við ferð suður eftir Streymoynni og í Gundadal.
Hjá EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir.
Hjá B68 er Øssur Hansen givin, og Ndende er tøkur aftur eftir leikbann ímóti AB