Platini vil hava HM um veturin

UEFA forsetin Michel Platini heldur, at HM endaspælið í fótbólti í 2022 skal spælast um veturin heldur enn um summarið.

 

HM skal tá spælast í Qatar, og har er øgiligur hiti í tíðini, tá ið HM endaspølini vanliga verða spæld. Roknast kann við meira enn 40 hitastigum undir HM í Qatar, og tað er ov nógv av tí góða, heldur fraklendingurin í UEFA.

 

- Tað er ógjørligt at spæla fótbólt, tá ið hitin fer upp um 40 hitastig, og tað verður eisini ótolandi fyri áskoðararnar. Hetta ger, at HM eigur at verða spælt á vetrartíð í Qatar, sigur Michel Platini við týska blaðið Bild.

 

Fyrireikararnir av HM-kappingini í Qatar hava annars havt hugskotið frammi um, at byggja innilokaðar leikvøllir, har hitin kann haldast niðri á einum 20 hitastigum.