Eftir umstrídda dystin millum Barcelona og Chelsea hava røddir verið frammi um, at UEFA vildi ikki hava ein reina enska finalu í Champions League aftur, og tí hjálpti dómarin Barcelona. Forsetin í UEFA heldur lítið um hesar skuldsetingar. - Tað hevði glett meg, um vit høvdu havt eina enska finalu, tí eg virði altíð úrslitini av einum fótbóltsdysti. Javnvágin fótbólti flytir seg. Fyri seks árum síaðni vóru tvey italsk feløg í finaluni, sigur Michel Platini.