Fyri 10 døgum síðani vann Palermo 3-1 móti Milan. Ikki minst hevði tað týdning, at Marco Amelia bjargaði brotssparki frá Ronaldinho, tá støðan var 0-0. Nú sigur Amelia, at hann fekk hjálp frá Playstation til bjargingina. – Hann gjørdi júst tað sama, sum hann altíð ger í Playstation-spælinum, so tað var ikki so trupult, sigur Amelia. Seinnu ferðina riggaði tó ikki heilt so væl. Málið til 1-3 skoraði Ronaldinho nevnliga upp á brotsspark.