Pliktsigur til Kyndil

Hondbóltur: Men Tjaldrið avreiddi enn ein góðan innsats

Teir hava víst tað fyrr, og teir vístu tað aftur mikukvøldið. Mansliðið hjá Tjaldrinum hevur góðar møguleikar fyri at gera onkran óvæntaðan vørr ? tað einasta sum vantar í, er venjing og aftur venjing.

Um tú ikki tekur KÍF við, so byrjaði Tjaldrið venjingina langt aftan á hini liðini í bestu mansdeildini, og tað sæst framvegis aftur á vøllinum.

Spælararnir gerast skjótari móðir enn hjá hinum liðunum, og tað skyggir ígjøgnum í dystargongdini, har munurin veksur nógv móti endanum. Men tað gongur framá, og kanska eru fyrstu stigini ikki so langt burturi

Kyndil fekk eina góða byrjan upp á kappingina, men síðani hava teir tapt tveir dystir á rað móti ávikavist StÍF og H71. Sigurin á Tjaldrinum, sum ljóðaði upp á 37-26 eftir 16-12 í hálvleikinum, var væntaður, men sum heild er Kyndlaliðið ikki serliga sannførandi í løtuni.

Liðið hevur trupulleikar, sum ikki bara venjarin Jacob Jónsson kann rætta uppá. Hann bleiv mansvardur mikukvøldið, men Tjaldursmenn dekkaðu illa upp í sínari vinstru síðu, og tað gav meira pláss til eitt nú Hannis Wardum, sum spældi ein ringan dyst móti H71, men sum fekk 9 mál hesaferð ? helst eisini tí mótstøðan ikki var heilt tann sama.

Í blaðnum herfyri segði Arnfinn Langgaard, at Tjaldrið tók í botnin móti StÍF, og at tað eftir tað bert kundi ganga ein veg. Tað gjørdi tað eisini, og næsta dystin tapti Tjaldrið við bert einum máli móti Neistanum.

Tað hevur styrkt nógv um liðið hjá Runavíkini, at Pole Hansen er blivin spælandi venjari. Samstarvið millum hann og Jens Martin (hesin seinni bleiv útvístur tvær ferðir fyrsta korterið av dystinum og mátti tí ansa sær seinastu tríggjar fjórðingarnar) riggaði væl mikukvøldið, og sínámillum skutu teir 15 av teimum 26 málunum hjá Tjaldrinum.

Tá liðið hjá Tjaldrinum kemur í betri venjing, er møguleiki fyri, at teir kunnu hótta hini liðini í deildini. Sum nú er, er liðið framvegis ov nýtt til tað, men allur bati bøtir sum kunnugt, og nýggi venjarin er avgjørt ein sovorðin.

Kyndlamenn eru framvegis væl við í oddastríðnum, og komandi sunnudag taka teir ímóti KÍF, sum jú hevur víst, at teir ikki bara eru til at spæla við. Tá KÍF kann taka stig frá H71, kunnu teir eisini taka stig frá Kyndli. Men tað hevur Kyndil neyvan ráð til, so tøtt sum kappingin er í ár.