Skip
Í síðstu viku upplýsti eigarin av trolbátunum, Vesturfarinum og Niclasi fyri Rás2, at hann hevði borið Føroya Banka lyklarnar til bátar sínar, sum nú liggja í Vestmanna.
- Raksturin hongur ikki saman, og tí er einki at gera, segði hann.
Helgi Jespersen á vinnulívsdeildini hjá Føroya Banka sigur, at bankin og eigarin av Vesturfarinum og Niclasi hava gjørt avtalu um at royna at selja trolbátarnar í fríari sølu.
Tað er smápartafelagið PO Brookers, sum Petur Ove Kruse Johannesen eigur og rekur, ið nú roynir at selja báðar bátarnar fyri eigara og banka.
Petur Ove Kruse Johannesen sigur, at áhugi hevur verið vístur Vesturfarinum úr eitt nú Svøríki og Danmark, men ilt er at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at selja bátarnar.
Sum skilst, verður Vesturfarið helst seldur av landinum, meðan loyvini hjá trolbátinum verða verandi eftir í bólkinum 4T, sum eru bátarnir, ið plaga at fiska á landleiðini um sumrarnar.
Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, noyðist Føroya Banki helst at selja loyvini út til onnur feløg, sum virka í hesum bólki, áðrenn Vesturfarið verður seldur og strikaður úr føroysku skipaskránni.
Flestu bátar í bólki 4T hava ov fáar fiskidagar, og tí er hugsandi, at sølan av Vesturfarinum fer at gera, at nakrir fleiri dagar verða eftir til bátarnar, sum framvegis fiska í hesum bólki.
Trolbáturin Niclas hevur ikki verið virkin í longri tíð, og tí kunnu loyvini hjá hesum báti neyvan seljast øðrum - uttan so, at báturin fylgir við.
Helgi Jespersen á vinnulívsdeildini hjá Føroya Banka sigur, at Vesturfarið og Niclas helst skulu verða seldir, áðrenn hetta árið er úti. Annars er hugsandi, at felagið, sum eigur báðar bátarnar, verður lýst á tvingsilssølu.