– Sjálvstýri fegnast um at kunna boða frá, at Pól Arni Holm stillar upp fyri Sjálvstýri til komandi løgtingsvalið 26. mars 2026.
Soleiðis skrivar flokkurin á Facebook.
– Pól Arni er kendur sum tónleikari, mentanarmaður og leiðari í ungdómsarbeiði. Sum skúlastjóri á Føroya Eftirskúla hevur hann arbeitt nógv við ungum og útbúgving í Føroyum.
Eitt av hansara hjartamálum er at arbeiða fyri, at Suðuroyggin verður knýtt til meginøkið, so Suðuroy kann gerast ein natúrligur partur av samlaða føroyska arbeiðs-, útbúgvingar- og bústaðarmarknaðinum.
Við sínum eldhuga fyri menningini av Suðuroynni og einum sterkari Føroyum, verður Pól Arni Holm ein týðandi rødd hjá Sjálvstýri.
– Vit bjóða Pól Arna hjartaliga vælkomnum á liðið hjá Sjálvstýri, skrivar flokkurin.











