Poland helt Onglandi til javnleik

Ella kanska tað hevði verið meira hóskandi at sagt, at Ongland helt Polandi frá sigrinum, tí tað var eitt ikki heilt sannførandi enskt lið, sum í dag fekk eina stigið við sær til hús.

 

Tað byrjaði við polskari yvirvág, til Rooney eftir horna fekk stútað bóltin í málið – við høvdinum ella økslini er líka mikið, málið taldi.

 

Henda støðan helt sær fram til 70 minuttir vóru leiktir, tá tað eydnaðist miðverjuleikaranum, Kamil Glik, at javna eftir hornaspark.

 

Poland trýsti á, fyri at fáa sigursmálið, men fleiri mál komu ikki í dystinum.

 

Støðan:

(dystir-stig)

Ongland 4 8

Montenegro 3 7

Poland 3 5

Moldova 4 4

Ukraina 3 2

San Marino 3 0