Poland vann EM í mansflogbólti

Føroysku flogbóltsleiðararnir, Magnus Tausen og Niclas Joensen, vóru vitni til eitt spennandi EM-endaspæl í mansflogbólti, tá teir í farnu viku vóru á altjóða og norðurlendskum aðalfundum í Izmir í Turkalandi.

Samstundis sum hesir aðalfundir vóru á skránni, var eisini EM-endapælið avgreitt, og har gjørdist tað heldur óvæntað Poland, ið gjørdist europameistari. Poland vann í finaluni 3-1 á Fraklandi, við settúrslitunum 29-27, 25-21, 16-25 og 26-24.

Men tað mest óvæntaða var ikki júst finaluúrslitið, men heldur tað, at hvørki Russland ella Bulgaria megnaðu at spæla seg í finaluna. Tey bæði londini vóru stórfavorittar eftir bæði innleiðandi bólkarnar og millumspælið, men møttu síðani í hálvfinalunum harðari mótstøðu.

Serliga Poland gjørdi positivt vart við seg við at vinna sannførandi á Bulgaria, meðan Frakland ikki fekk bilbukt við Russlandi, fyrr enn fimm sett vóru spæld. Serliga hjá russum var talan um stórt vónbrot, tí hóast gott spæl og fleiri finalupláss seinnu árini, er tað ikki eydnast Russlandi at vinna nakra av stóru kappingunum.

Av norðurlondum var tað bara Finnland, ið kom við til EM-endaspælið og endaði á 12. plássi av teimum tilsamans 16 londunum.