Polar Qaasiut kom á Havnina í morgun. Fleiri føroyingar sigla við, seinnapartin verður leiðin løgd til Danmarkar. Í Grønlandi hevur í alt ár verið rokfiskiskapur eftir rækjum, skipini eru sloppin at royna á økjum, sum hava verið stongd í nógv ár av ísi, men nú ísurin tiðnar so nógv, er grønlandska sjóøkið munandi størri enn áður, skipini sleppa tí munandi longur norður at royna og har hevur ligið væl fyri.
Nógvir føroyingar sigla við grønlendskum fiskiskipum og fáa har sína hýru, tað munnu vera fá grønlendsk skip, har ikki ein ella fleiri føroyingar eru við.
Tá grønlendski rækjutrolarin Polar Qaasiut kom á Havnina í morgum, var tað sum um skipið var føroyskt, bryggjan var stúgvandi full av fólki, sum tóku ímóti, tí fleiri føroyingar sigla við grønlendska skipinum.
Grønlendski rækjuskipið legði við bryggju undir Vónini, har teir tóku fleiri rækjutrol umborð, sum skulu til grønlendsk skip.
Polar Qaasiut fer seinnapartin til Hirtshals har veiðan verður løgd upp, so skal skipið á verft í Danmark.
Skipari á Polar Qaasiut er havnamaðuri Hans Martin Høj.