– Vit fingu skipið av fríggjadagin. Tað gekk sum ætlað, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest.
Tað eru nú næstan fýra vikur síðani, at Polarhav gjørdist fastur á bedingsvogninum. Meðan teir vóru í gongd við at taka skipið upp, hendi tað, at bedingsvognurin varð avsporaður, og skipið slapp hvørki oman ella niðan. Skipið hevur síðani staðið niðri við sjóvarmálan á bedingini. Meðan tað hevur staðið har, hevur viðlíkahaldsarbeiði verið gjørt.
Kanna bedingsvognin
Tað hevur drigið eitt sindur út at fáa Polarhav av bedingini aftur. Teir hava millum annað bíðað eftir nakað av útgerð fyri at fáa lyft skipið upp.
Stjórin á Mest hevur áður sagt, at hann væntaði, at skipið fór at vera tikið av í vikuni, sum fór, og tað eydnaðist.
Polarhav og Stjørnan liggja framvegis á Skála. Ætlanin var, at Stjørnan skuldi upp á beding, tá ið Polarhav var komin av bedingini aftur. Men Stjørnan fer ikki upp á beding enn, tí at nú skal bedingsvognurin kannast nærri. Um hann skal umvælast, útskiftast ella okkurt annað skal gerast, vil Mouritz Mohr tó einki siga um.
Arbeitt verður tó víðari upp á Stjørnuna, men tað verður gjørt í dokkini hjá Mest á Skála.
##med2##
Fara á upsaveiðu
J.F.K. Trol í Klaksvík eigur Polarhav og Stjørnuna. Teir hava roynt eftir gulllaksi frá apríl til seinast í august. Síðani hava teir verið á upsaveiðu.
Reiðarin á Polarhav og Stjørnuni, Hanus Hansen í Klaksvík, var eitt sindur ivandi, um Mest bleiv liðugt við umvælingarnar í síðstu viku.
Skipini skuldu eftir avtalu vera fýra vikur á beding, men nú verður tað eitt sindur longri enn tað.
Hanus Hansen sigur, at skipini fara á upsaveiðu, tá ið viðlíkahaldsarbeiðið er liðugt.