Polariseringin hevur elvt til mistrivna

- Polariseringin í føroyskum politikki hevur elvt til ein keðiligan mistrivna millum føroyingar, bæði heima og úti. Tað heldur yngsti tingmaður nakrantíð, Jákup Sverri Kass, sum ikki stillar upp aftur til komandi val.

Yngsti maður á tingi nakrantíð, sjálvstýrispolitikarin Jákup Sverri Kass, verður ikki at finna á uppstillingarlista Sjálvstýrisfloksins til komandi løgtingsval.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>

Jákup Sverri Kass fekk næstflestar atkvøður fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymoyar valdømi, og tá fyrstvalda Helena Dam á Neystabø fór í landsstýrið sum Almanna- og Heilsumálaráðharri, tók Jákup Sverri Kass við sum umboð á tingi. Her sat hann tey fyrstu trý árini av valskeiðnum, til Helena Dam á Nestabø noyddist at taka seg aftur sum landsstýrismaður og tók við tingsessi sínum aftur í fjør.<o:p></o:p>



Orsøkin til at ungi sjálvstýrispolitikarin hevur valt at leggja sína politisku lívsfarleið á ís fyribils, er at hann í fyrstu syftu hevur valt at taka útbúgvinga framum politikkin og er fluttur til Danmarkar, har hann tekur útbúgving á Handilsháskúlanum í Århus.<o:p></o:p>



 <o:p></o:p>



Skuffaður av formanninum<o:p></o:p>



At rættiligt rok hevur verið innanhýsis í Sjálvstýrisflokkinum er øllum kunnugt, og síðan formansvalið, hevur fyrrverandi forkmaðurin í flokkinum og stóri atkvøðuslúkarin, Helena Dam á Neystabø, mestsum rikið fyri vág og vind. Hetta dámar hennara eykamanni lítið.<o:p></o:p>



- Eg eri rættiliga skuffaður persónliga av at formaðurin bar seg soleiðis at, og eg skilji satt at siga ikki avgerð hennara um at taka seg úr flokkinum, sigur Jákup Sverri Kass, sum sigur seg ikki ætla stilla upp fyri annan flokk enn Sjálvstýrisflokkin, um so er at hann vendir aftur til føroyskan politik.<o:p></o:p>



 <o:p></o:p>



Kom lítið burturúr<o:p></o:p>



Nú hann lítur aftur á trý ár sum tingmaður og samgongupartur, heldur hann, at sitandi samgonga hevur fingið heldur lítið burturúr.<o:p></o:p>



- Eg upplivdi, at konfrontatiónspolitikkurin, sum varð førdur fyrstu árini, blokeraði fyri nógvum av tí konstruktiva politikki, sum burdi verið førdur. Alt bleiv gjørt upp í loysing og ikki loysing og tað forðaði millum annað effektivt fyri øllum slag av samstarvi við andstøðuna. Vit síggja nú at hesin politikkur ikki hevur ført til nakað stórvegis, og tað er harmiligt, sigur Jákup Sverri Kass.<o:p></o:p>



Hann viðgongur at hann ikki altíð hevur verið heilt samdur við tí politikki, sum tann samgongan, hann var ein partur av, førdi.<o:p></o:p>



- Spurningurin um loysing og samband upptekur meg ikki so nógv. Eg havi hóvlig sjónarmið á hasum økinum. Sjálvandi skulu vit gerast sjálvbjargin, men eg haldi at vit hava gingið alt ov skjótt og harðliga fram. Úrslitið vit síggja nú er at polariseringin sum er farin fram í føroyskum politikki hevur elvt til ein keðiligan mistrivnað millum føroyingar, bæði heima og úti.<o:p></o:p>



 <o:p></o:p>



Roynir at halda skansan<o:p></o:p>



Uppstillingarlistin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymoy er enn ikki almannakunngjørdur, og ein ávísur spenningur valdar um framtíðina hjá flokkinum, nú hvørki fyrst valdi og næst valdi á suðurstreymoyarlistanum  á valinum fyri fýra árum síðan stillar uppaftur og tann rokmikla støðan, sum var í flokkinum, uttan iva fer at ávirka valúrslitið.<o:p></o:p>



Jákup Sverri Kass stúrir tó ikki fyri framtíðini hjá flokkinum, tí sum hann sær støðuna nú, er rættiliga sannlíkt at Sjálvstýrisflokkurin fær í minsta lagi eitt umboð inn á ting eftir valið. Men hann viðgongur, at flokkurin má stríðast fyri at halda skansan.<o:p></o:p>



- At vit fara fram í tingmannatali man vera ógvuliga ósannlíkt, sigur Jákup Sverri Kass.<o:p></o:p>