TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr:
1) Tað, sum Pole J. Hansen, dystarviðmerkjari hjá Rás2 hevði at siga, tá HM-áttandapartsfinalan millum Føroyar og Frakland var liðug.
2) Hoyr samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og Pola J. Hansen áðrenn teir settu heim til Føroya.
Pole J. Hansen heldur talan verða um eitt flott avrik ímóti Fraklandi í tí tepra 25-28 tapinum. Men hann stendur eftir við kensluni, at við meir neyvleika kundi tað verið enn betri, og tað ergrar Pola.
Pole J. Hansen væntar ikki, at tað verður nakar trupuleiki at seta spælararnar upp til plasseringsdystin, sum verður ímóti Svøríki í morgin klokkan 14.
Tróndur Arge og Pole J. Hansen eru sjálvandi klárir at varpa dystin til Føroya fólk á Rás2 í morgin. Byrjað verður við upptakt klokkan 13.