TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dystarviðmerkjarin hjá Rás2, Pola J. Hansen taka stutt samanum avrikið hjá føroyska U21 landsliðnum í 23-29 (8-15) HM-tapinum ímóti Noregi í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria.
Pole J. Hansen harmast serliga gongdina í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið aftaná javnleik 4-4 datt púra burtur ímillum eina góða løtu.
Á jaligu síðuni fegnast hann tó um, at nógvir spælarar sluppu at royna seg, og tað kann vísa seg at hava týdning seinnu í HM-kappingini.