Pole: Vit raktu ov illa í dag

(Rás2) Hoyr samanumtøkuna Tróndur Arge hevði saman við dystarviðmerkjaranum, Pola J. Hansen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Tað, sum dystarviðmerkjarin hjá Rás2, Pole J. Hansen segði beint aftaná Føroyar høvdu tapt HM-dystin ímóti Ungarn 23-32.


2) Hoyr samanumtøkuna Tróndur Arge hevði við Pola J. Hansen áðrenn sett var heim til Føroya.

 

Pole J. Hansen staðfestir, at tað ber ikki til at skala Ungarn, tá brent verður so illa, sum í dystinum í dag. Trý brend brotskøst, brendir frírennarar, og burtursløsan av bóltum gjørdu arbeiðssetningin ógvuliga tungan hjá føroyska liðnum. Pole heldur, at føroyska liðið náddi ikki somu hæddum, sum teir gjørdu tann størra partin av dystinum ímóti Týsklandi.

 

- Vit áttu at fingið meir burturúr hesum dystinum, heldur Pole J. Hansen avgjørdur. 

 

Samlað heldur Pole J. Hansen, at vit skulu verða nøgd við bólkaspælið, har tað eydnaðist at greiða setningin og vinna seg víðari til HM-áttandapartsfinaluna.