Politiið er væl mannað til ólavsøkuna

Koronastøðan broytir ikki, hvussu politiið fer at vera til staðar á ólavsøku í ár

Politiið er altíð væl mannað á ólavsøku. Soleiðis verður eisini í ár.

 

– Vit fara at vera til staðar sum vanligt. Tað verður ikki øðrvísi í ár samanborið við onnur ár, sigur Jógvan Páll Joensen, sum er leiðari fyri tilbúgvingina hjá politinum.

 

– Vit gera eina trygdarætlan saman við kommununi og átaksleiðaranum, og so gera vit nakrar avsperringar, alt eftir hvørji tiltøk vera. Fleiri fólk verða sjálvsagt á vakt í mun til vanligar dagar, sigur hann.

 

Ólavsøkan verður nakað øðrvísi í ár orsakað av koronu - millum annað er midnáttarsangur avlýstur. Men politiið hevur fyrireikað seg akkurát soleiðis, sum teir plaga. Her verður hugsað um millum annað tilmæli.

 

– Nú er tað enn bara tilmæli, so vit mugu bara mæla til, at fólk halda tey tilmælini, sum landsstýrið kemur við, sigur Jógvan Páll Joensen og vísir á, at politiið ikki kann gera so nógv, um onkur ikki heldur hesi tilmæli - um eitt nú frástøðu og stórar mannamúgvur.

 

– Vit hava ikki nakra konkreta lóg, sum sigur nakað um revsing fyri ikki at halda tilmælini. Men hetta er nakað, vit taka við, tá vit planleggja trygdina generelt. Tað er altíð ein konkret vurdering, sigur tilbúgvingarleiðarin.