Politikarar fáa 14 fólkapensjónir í part

Tað loysir seg væl at vera politikari, um tú vilt hava fjálgt fíggjarligt rásarúm á ellisárum

Tað loysir seg væl at vera politikari, um tú vilt hava fjálgt fíggjarligt rásarúm á ellisárum.

 

135.000 krónur um mánaðin. Tað er prísurin, um ein vanligur borgari teknar sær eina pensjón, sum gevur tað sama sum pensjónin hjá løgtingsformanninum og fyrrverandi løgmonnum.

 

Útrokningar sum Tryggingarfelagið LÍV hevur gjørt fyri Sosialin vísa, at pensjónin hjá tingformanninum og fyrrverandi løgmonnum er verd 13 milliónir krónur fyri hvønn.

 

Teir skulu bara hava verið í starvi í átta ár fyri at fáa fulla pensjón.

 

Um ein vanligur borgari skal hava somu pensjón upp á so stutta tíð sum løgtingsformaðurin og fyrrverandi løgmenninir, so skal hann gjalda 135.000 krónur inn í pensjónsskipanina um mánaðin. Ja, tú hoyrdi rætt. 135.000 krónur um mánaðin.

 

Tað svarar til, at 14 fólkapensjónir fara til pensjónsinngjaldið.

 

Í vikuskiftis-Sosialinum er yvirlit yvir pensjónirnar hjá øllum ting- og landsstýrisfólkum, sum tilsamans kosta landskassanum 227 milliónir krónur.