Politikarar í fasta svøvni, meðan ungfólk lata lív

Sambært koyrilærara áttu føroyskir politikarar at skammast. Orsøkin er, at teir ikki enn hava megnað at fingi eina venjingarbreyt til teirra, ið taka koyrikortið. At royna at missa tamarhaldið á bilinum undir tryggum umstøðum hevur eftir hansara tykki stóran týdning fyri ferðslutrygdina

? Fleiri ferðir hava pengar verið settir av til eina koyribreyt, ið eisini kann nýtast til hálkukoyring, men hvørjaferð eru játtanirnar tiknar aftur, áðrenn farið er undir at gera breytina. Hetta líkist ongum, og er óvanliga ábyrgdarleyst av politikarum, ið sjálvir eiga børn í vandabólkinum?


Hesi lemjandi orð eigur Bjarki Ottosonur Johannesen, ein av mongu koyrilærarunum í Føroyum. Sambært honum er og verður venjingarbreytin til teirra ungu, ið taka koyrikort, eitt av aðalmálunum í sambandi við ferðslutrygd í Føroyum.


? Ein av høvuðsorsøkunum til, at unglingar koyra skilaleyst er, at teir á ongum sinni hava upplivað at missa tamarhaldið á einum bili. Hetta kunnu teir royna á eini venjingarbreyt, staðfestir koyrilærarin, og leggur aftur at, at hesar royndir teirra ungu kunnu avmarka vandan fyri at lata lív í høpisleysum ferðsluvanlukkum á føroyskum vegum.


Ung mannalív bjargast


Bjarki Ottosonur Johannesen ger harumuframt vart við, at royndirnar við venjingarbreytum í grannalondunum hava prógvað, at tað ger mun.


? Tað hevur víst seg, at tað, ið hevur týdning er, at ungu menninir í 18 og 24 ára aldrinum sleppa at royna náttúrkreftirnar, ið eisini eru galdandi í einum bili. Tað er t.d. ein royndur lutur, at koyrir tú nóg skjótt í einum svingi, so missir tú tamarhaldið á akfarinum. Alt hetta ber til at royna undir tryggum umstøðum á einari venjingarbreyt, og hevur tú roynt at missa tamarhaldið á bilinum einaferð, so setir upplivilsi seg rimmarfast í minnið, veit Bjarki at siga av egnum royndum


? Tað snýr seg um at bjarga ungum mannalívum, leggur hann dent á.


Koyrilærarafelagið í Føroyum hevur við jøvnum millumbilum verið í Tinganesi og gjørt vart við alstóra tørvin á hesi breyt, men enn er onki hent í málinum. Nú ætlar felagið at streingja á, til tess at fáa málið avgreitt, og teir vóna, at stuðul fæst frá øðrum felagsskapum.


Finnbogi Arge, landsstýrismaður við ferðslumálum, hevur fingið spurningin um hálkubreytina, og svarið frá honum verður at lesa í Sosialinum í morgin.