- Politikararnir í Føroyum gera akkurát tað øvugta av tí, sum teir áttu at gjørt í eini kreppustøðu.
Tað heldur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum.
Hann sigur, at tær politisku útmeldingarnar, sum higartil eru komnar um ætlaða politikkin, sum skal føra okkum burtur úr kreppuni, føra ikki til annað enn ótta og stúran og eru við til at ræða fólk av landinum.
Búskaparfrøðingurin staðfestir, at í eini kreppustøðu, sum hesari, verður samlaða úrslitið, at vit koma at hava hall mótvegis umheiminum.
Tað einasta, sum spurningurin snýr seg um, er, hvør skal bera hetta hallið.
- Eitt samfelag kann býtast sundur í trý, sum eru privatu borgararnir, privata vinnulívið og teir almennu kassarnir.
- Privatu borgararnir hava sína avmáldu tíð her á jørð, so doyggja vit og so verður gjørt upp eftir okkum. Vinnulívið hugsar nøkur fá ár fram, í tíðina, kanska eini 20 ár fyri tær mest framrættaðu fyritøkurnar.
- Men almennu kassarnir eru her í allar ævir og tí er tað almenna tað einasta, sum kann átaka sær skuld í allar ævir.
Hermann Oskarsson staðfestir, at tískil er ongin ivi um, at tað er tað almenna, sum er nógv best brynjað til at átaka sær hallið, sum vit fáa mótvegis tí almenna.
- Tað almenna er tað einasta, sum kann átaka sær eitt hall og betala tað aftur yvir tey næstu 100 árini.
Tí hevur tað almenna eina heilt serliga støðu sum skuldari.
Fyri at sleingja eitt tal út, er tað einki í vegin fyri, at landskassin átekur sær eina skuld upp á eini 10% av bruttotjóðarúrtøkuni í eitt ella tvey ár, er tað ein skuld, sum, sum landið kann betala aftur tey næstu 20 árini ella longri
- Men skulu borgararnir og privata vinnulívið átaka sær eina skuld slíka skuld, verður tað ein rúgva, sum rýmir av landinum, tí tað fer at broyta teirra tilverugrundarlag so grundleggjandi við arbeiðsloysi og húsagangi.
Hann sigur, at hetta er tann boðskapurin, sum politikararnir í øllum øðrum londum senda sínum borgarum.
Sostatt er boðskapurin hjá politikarum í øðrum londunm, at tað almenna er til reiðar at átaka sær eina skuld fyri at tryggja borgararnar
- Í øðrum londum sissa politikararnir sínar borgararar við boðskapinum um, at teir skulu kenna seg tryggar, tí tað almenna skal átaka sær tað neyðugu skuldina fyri at stýra ígjøgnum kreppuna.
Púra skeivt
Hermann Oskarsson staðfestir, at í Føroyum gera politikararnir tað øvugta.
- Tær politisku útmeldingarnar vit hava fingið higartil, er at landskassin skal tátta í. Vit hava fingið at vita, at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur um 3-5 ár og at næsta ár skal hallið í øllum førum vera undir 500 milliónir.
- Tað er ein púra skeiv útsøgn at koma við í eini krepputíð, sum hesari. Ístaðin fyri at fráboða sparingar, áttu politikararnir at boða borgarunum frá, at teir skulu kenna seg tryggar, tí at landskassin er til reiðar at átaka sær so stóra skuld sum neyðugt fyri at halda arbeiðsloysinum niðri.
- Hetta er akkurát tíðin, tá ið politikararnir skulu gera seg út til at átaka sær skuld og at brúka pening skilagott so at so fá sum gjørligt verða arbeiðsloys.
- Tað avgerðina hava føroyskir politikarar ikki verið nóg vaksnir til at taka, leggur Hermann Oskarsson afturat.
Ístaðin fyri koma teir við útsøgnum, sum elva til óttan og stúran og sum kann gera sítt til, at fólk fara at rýma av landinum.
Og tað er ein vanlukka av dimensjónum.
Tvøroyri eitt gott dømi
Hann sigur, at feskasta dømi um hetta, er støðan, sum Tvøroyrar kommuna er komin í, har eini 14 fólk eru søgd upp, tí at kommunan er noydd at spara.
- Heldur enn at koyra fleiri fólk út í arbeiðsloysi, hevði tað verið skilabetri, at latið Tvøroyrar Kommunu sloppið at vaksið um skuldarbyrðuna tey næstu fáu árini, til tíðirnar batna aftur, tí kommunan kann brúka ein mansaldur ella meiri, upp á at betala skuldina aftur.
Men fyri tey 14 fólkini, sum eru uppsøgd, er støðan ein heilt onnur. Tey hava mist arbeiði, summi eru kanska í vanda fyri at missa hús og heim og vandi er eisini fyri, at onkur teirra rýmir og tað er ein vanlukka, sigur búskaparfrøðingurin.
Hermann Oskarsson staðfestir, at landskassin í Føroyum er væl fyri at átaka sær eina skuld, tí tað almenna hevur onga skuld frammanundan.
- Í so máta eru vit so ómetaliga væl betri fyri enn okkara grannalond eru, har fleiri av teimum hava stóra skuld at dragast við frammanundan.
Higartil hevur tað bara gingið galið
Í Sosialinum í morgin hava vit eina drúgvari samrøðu við Hermann Oskarsson um kreppuna, um hvørji krepputiltøk kunnu setast í verk og um, hvørji tey størstu vandamálini eru.
- Tað er humbukk at tosa um, at Føroyar fara at enda í eini skuldarfellu, tí eini slíkari støðu eru vit ikki nær í námind av at koma í.
Tað sigur Hermann Oskarsson í samrøðu við Sosialin í morgin.
- At skapa slíkan pannikk í Føroyum tænir bara einum endamáli og tað er at halda fast um førda politikkin-sum er skeivur.
Búskaparfrøðingurin heldur eisini, at tað er margháttligt, at tað nú skal vera blivið eitt mótaorð í føroyskum politikki, at vit hava eitt bygnaðarligt hall á fíuggjarlógini, sum skal burtur.
- Tað ljóðar kanska fínt at siga so, men veruleikin er, at ongin hevur nakrantíð roknað út, um vit yvirhøvur hava eitt bygnaðarligt hall og enn minni hevur nakar roknað út, hvussu stór tað er.
Hann sigur, at tann politikkurin, sum landsins leiðarar hava fráboðað, er ein kensluleysur politikkur og hann heldur bart út, at politikarar svíkja vanliga borgaran við teimum ætlanum, teir hava stungið út í kortið.
- Higartil hevur tað bara gingið galið, staðfestir Hermann Oskarsson