Politikarar skuldu kanska farið út til treingjandi familjur

Martin Kúrberg hevur hugsanir og sigandi tøl um støðuna á niðastu rók, og leiklut Føroya.

Martin Kúrberg hevur royndir sum leiðari á Herberginum í Havn, og er nú leiðari á heiminum Frælsi á Eiði, ið er eitt tilboð til ung við rústrupulleikum. Martin Kúrberg fekk herfyri Sálarheilsuvirðislønina, tá hon varð handað á fyrsta sinni.

 

 

Hann hevur við øðrum orðum innlit sum fáur í, hvat hendir á niðastu rókum í samfelagnum, hvørt tað snýr seg um rúsevnamisnýtslu, ella fólk og familjur, ið ikki fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga.

 

 

Á facebook vanga sinum hevði Martin Kúrberg í gjár fakta og nakrar hugleiðingar um støðuna í Føroyum í dag.

 

 

Hann skrivar m.a:

 

 

- Politiska skipanin raknar sjáldan við fyrr enn veruleikin rakar tey sjálvi ella val er í hondum.
Hálvar játtanir vera givnar til ymisk tiltøk, og ljóðar tað í almenna rúminum, sum um at full fígging er givin.

 

 

- Havi verið Leiðari á Herberginum í gott 5 ár. Hví síggi eg ikki avarandi myndugleikar vísa áhuga fyri at vita hvørji tey menniskju eru, sum í bestu tíðum ringja inn á Herbergi um hjálp til at fáa mat á borðið. Var tað kanska eitt hugskot, at avarandi politikari setti seg í bil okkara, og fór við út við mati til familjur, so at viðkomandi veruliga sá, hvussu støðan er?

 

 

Martin Kúrberg sigur seg vera troyttan av, at føroyskir myndugleikar ikki taka støðuna í álvara, men at stórur partur av hjálpararbeiðinum á t.d. Herberginum er fíggjað úr Noreg.

 

 

 - Dreymur mín er at vit ein dag koma har til,at vit sleppa frá at ganga við hattinum í hondini í Norra ella her á klettunum fyri at geva teim í samfelag okkara, ið treingja eitt tilboð, skrivar Martin Kúrberg millum annað.

 

 

Og hann kemur eisini við fakta og tølum, ið eru sigandi. Bæði um støðuna, ið kanska er meira skelkandi, enn fleiri geva sær far um, og um hvussu hjálpin peningaliga hongur saman, har eittnú frelsunarherurin í Noreg spælir stóran leiklut í hjálpini til treingjandi føroyingar.

 

 

- Á Herberginum eru hesi tilboð til menniskju, sum treingja eina hjálpandi hond í samfelag okkara.

Herberg (song fyri náttina-  eisini gevur náttarvaktin umsorganarsamtalur yvur telfelefon, ella fólk koma inn á gólvið um náttina fyri at fáa eina samtalu, tá íð lívið og veruleikin hátta sær soleiðis, at brúk er fyri at tosa við onkran). Opið 21-9.
Dagsentur (heit máltíð,møguleiki fyri at vaska sær klæðir, fáa sær brúsubað, samtalu við starvsfólk, og annars vera millum onnur menniskju.Opið 13-16.30
Hitastovan Eitt dagtilhald har fólk kunnu fáa samtalur við starvsfólk, kaffi/the og okkurt aftur við, hyggja í sjónvarp, spæla kort,o.a. Opið 9-21
Materkjur til familjur, ið treingja.
Búfelagskapur/heim fyri 11fólk


Tøl fyri 2016
Dagsentrið 6722
Herbergi 161
Samtalur nátt 27
Materkjur 523

Tøl fyri 2017 (1jan.-30sept.)
Dagsentrið 4809
Herbergi 108
Samtalur nátt 16
Materkjur 432

Brúkarar av tilboði okkara eru.

Fólk við sálarligum avbjóðingum.
Misnýtarar rúsdrekka/evnum.
Einsamøll menniskju.
Onnur, ið á ein ella annan hátt fella uttafyri vanligu rammurnar í samfelag okkara.

Onnur tilboð til brúkarar á Herberginum.
Fótarøkt.
Sosialrágevi.
Klæðir.
O.a um tørvur er til betran av lívsgóðsku, brúkarum at gagni.

Annað virksemi.
Fólk í samfelagstænastu 
Fólk í arbeiðsvenjing
Fólk úr ymiskum skúlum í praktik
Fólk, ið skriva speciali/verkætlanir innan øki.

 

 

Og Martin Kúrberg avdúkar, hvussu hetta fíggjarliga hongur saman.

 

 

- Kosnaður at hava tilboðið opið 24 tímar 365 dagar um árið 5,3mill

Fígging.
Almannaráðið 1,5mill
Leiga. 448,800
Gávur er eitt sindur ymiskt ár til ár.
Fígging Hitastovan 
475,000 Almannaráðið
425,000 Tórshavnar komuna
Restin verður fíggjað við undirskotsgaranti frá Frelsunarherinum í Norra.

Vit vilja takka handlum og teim nógvu, sum á ymiskan hátt síggja til og hjálpa okkum við at hava hettar tilboð opið, skrivar Martin Kúrberg.

 

 

Á myndini sæst Martin Kúrberg framanfyri Herberginum, meðan hann var leiðari har. Myndin varð tikin í samband við grein um Herbergi í einum ólavsøkublað hjá Sosialinum.  (Mynd: Dagfinn Olsen)