Danska Fólkatingið hevur í seinastuni viðgjørt uppskot um at umleggja pensjónina hjá fólkatingslimum soleiðis, at teir í staðin fyri sera góðu politikarapensjónina fáa vanliga pensjón, eins og aðrir løntakarar. Í dag fáa fólkatingslimir eina sera góða pensjón, alt eftir hvussu leingi teir hava sitið í Fólkatinginum.
Tey, sum hava sitið í Fólkatinginum í 20 ár ella meira fáa upp í 27.000 krónur í pensjón um mánaðin.
Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Fólkatingið um at broyta politikarapensjónina soleiðis, at fólkatingslimir eins og aðrir lønmóttakarar fáa eitt pensjónsinngjald upp á 17 prosent av lønini í staðin, sum so fer í eina pensjónsskipan eftir egnum ynski.
SF er komið við broytingaruppskoti um, at skipanin skal vera galdandi fyri allar limir Fólkatingsins. Í upprunaliga uppskotinum varð mælt til, at limirnir í Fólkatinginum kundu velja, um teir vildu í ta nýggju skipanina ella halda fram í teirri gomlu.
Fólkatingslimir fáa 53.196 krónur í løn um mánaðin. Oman á tað fáa teir 5.100 krónur skattafrítt um mánaðin. Pensjónin er ymisk, alt eftir, hvussu leingi teir hava sitið í Fólkatinginum. Rætt til pensjón hevur fólkatingslimur, sum hevur sitið í í minsta lagi eitt ár tilsamans í Fólkatinginum.
Fólkatingspensjónin er millum 86.598 krónur um árið og 318.472 krónur um árið – ella millum 7.217 krónur og slakar 27.000 krónur um mánaðin. Hægsta pensjón fæst eftir 20 ár í Fólkatinginum.
Løgtingsfólk í Føroyum hava líknandi pensjónsskipan, men fáa hæstu pensjón eftir 16 ár í løgtinginum, og kunnu eftir ávísum treytum fáa pensjón, tá tey eru 60 ára gomul.